Sørvágs Bygdarsavn - søgan hjá savninum
"Fornminnissavnið"
Sørvágs Fornminnissavn, sum tað í fyrstani varð rópt, varð stovnað hin 10. mai 1963. Hetta kvøld vóru Jóhan á Ørg, Arnhold Jacobsen, Dánjal Thomasen og Zacharias Petersen (Sakaris í Beiti) komnir saman á gamla elverkinum og varð avgerð tikin um at stovnað eitt fornminnisavn fyri Sørvág. Bræv varð hin 25. mai 1963 sent kommununi um loyvi at leiga høli á loftinum í elverkinum til endamálið. Bygdaráðið samtykti sama kvøld umsóknina og fornminnisavnið fekk bræv 27. mai 1963 um avgerðina.
Tey fyrstu árini var Dánjal Thomasen formaður í nevndini.
Niðurtøkan av gomlu húsunum á Oyrini mitt í bygdini í 1962, har rúgva av gomlum lutum vóru, bleiv byrjanin til savnið og teir lutirnir, ið arvingarnir av Oyrini lótu savninum, blivu so grundarlagið undir savninum ta fyrstu tíðina.
Men dúgliga bleiv savnað og skjótt gjørdist savnið eitt tað størsta bygdarsavnið í landinum og mong lótu lutir til savnið.
Hin 9. mai 1964 skrivar "Nevndin fyri savnan av fornlutum í Sørvági" kommununi umsókn um onnur høli. Sagt verður í skrivinum, at longu eru væl av fornlutum savnaðir, men halda teir tað hevði hóska best, at havt savnið í einum gomlum húsum. Skotið verður upp, at brúka "Mýruna" til hetta. Út frá skrivinum varð semja við eigaran um at lata húsini við grundstykki mitt í bygdini fyri eitt óbygt grundstykki frá kommununui á øðrum stað. Eitt sera lagaligt tilboð, má sigast. Fyri nevndina í mai 1964 undirskrivað: Dánjal Thomasen, Jóhan á Ørg og Leon Joensen.
Sóknarstýrið lovar at kanna málið, men sum vit vita varð einki burtur úr og savnið helt áfram á elverkinum.
Í 60-unum høvdu fólk fyri at blaka alt gamalt burtur, og nakrar sjáldsamar lutir á savninum fann Jóhan á ruskplássinum, sum hann hevði ábyrgdina fyri tá.
Í dag kann savnið sigast at umboða alla Vágoynna og hevur nógvar lutir úr øllum bygdunum í oynni, tó er meginparturin av lutunum úr Sørvági. Ábyrgdarøkið hjá Savninum er tó innan kommunumark hjá Sørvágs kommunu, t.v.s. Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.
Sakaris í Beiti (Zacharias Petersen 1907 - 1993) var trúgvur hjálparmaður og framvísari á savninnum í mong ár til u.l. 1980.
Í 1985 var vestanstevna í Sørvági. Á stevnuni verða lutirnir á savninum sýndir fram í fimleikarhøll skúlans (tí gomlu). Eftir stevnuna sleppa lutirnir ikki inn aftur á gl. elverkið. Har var so einki at gera ein í skundi at læna ein tóm hús at hýsa savnslutunum. Savnið hevði tá hildið til á elverkinum í 22 ár í góðum samstarvi við kommununa. Tískil komu savnslutirnir nú at standa á goymslu í 4 ár til nýggj høli vóru sett í stand.
Sørvágs Bygdarsavn Í 1987 varð søkt um koma undir bygdarsavnslógina og varð í tí sambandi á aðalfundi tann 26.3.1988 nýggj nevnd sett. Og fekk savnið tá heitið Sørvágs Bygdarsavn. Í fyrstu nevndini sótu Jóhan á Ørg, formaður, Annebet Johansen, kassameistari, Herálvur Jacobsen, skrivari, Torkil Haraldsen, nevnarlimur og Dánjal Tavsen, vegna Sørvágs Kommunu. Á aðalfundinum 26.3. 1988, er "Lóg fyri Sørvágs Bygdarsavnsfelag" og "Samtyktir fyri Sørvágs Bygdarsavn" samtyktar og eru lógin og reglugerðin undirskrivað av Jóhan á Ørg, Torkil Haraldsen, Herálvi Jacobsen og Dánjal Tavsen.
Í 1989 flutti savnið í kjallaran hjá Thomas Jacob Johansen, har savnið leigar stóran part av kjallarahæddini. Savnslutirnir høvdu tá í 4 ár ligið á goymslu í gomlu húsunum hjá Benadikt, rópt, sum Thomas Jacob eigur, hetta tí savnið, sum nevnt, hevði mist hølið á elverkinum. Alment lat nýggja savnið upp mánadagin hin 1. juni 1989 og sæst í gestabókini, at fleiri nýttu høvið at stíga inn á gólvið hendan dagin. Í gestabókini sæst eisini, at tey fyrstu, sum vitjaðu á nýggja savninum vóru 12 børn úr 7. flokki í Sørvágs skúla, saman við læraranum Torkil Haraldsen. Hetta var hin 30. mai 1989. Í hesum bygninginum helt savnið til inntil juni 2014.
Annebet Johansen, Torkil Haraldsen og Herálvur Jacobsen hava sitið í nevndini øll árini frá 1988. Seinnu árini hevur Herálvur Jacobsen verið kassameistari. Eftir at Jóhan andaðist í 1995, tók Sonni Jacobsen sati í nevndini og varð hann valdur formaður í 1995. Nevndarlimurin fyri kommununa hevur sitið 4 ár í senn, og er tann einasti, sum hevur verið skiftur út. Og hevur tað verið eftir hvørt val - av kommununi sjálvari. Dánjal Tavsen sat í nevndini vegna kommunua árini 1987 - 1992. Erik Davidsen árini 1993 - 1996. Christian Olsen árini 1997 - 2000. Berg Rasmussen árini 2001 - 2004. Jóhan F. á Ørg árini 2005 - 2008. Vegna kommununa situr Thordis Skaalum í nevndini frá 2009. Á savninum eru mongd av lutum innan t.d. bjargaarbeiði, seyðabrúk, fiskarí, grindadráp, timbur- og jarnsmíð, landbrúk av øllum slag - hoyggjing - torvarbeiði - grótarbeiði, ullarbeiði, binding, seyming, gomul húsarhaldstól, seglmakaravirksemi, og annað mangt. Savnið eigur eisini eini 10000 gamlar fotomyndir.
Í 2012 samtykti nevndin í bygdarsavninum at senda inn umsókn til kommununa um at hjálpa savninum við at fáa til vega onnur høli til savnsbrúk. Tosað varð eisini við Søvn Landsins um málið. Grundin var, at gomlu hølini ikki longur vóru hóskandi.
Í hesum sambandi hevði nevndin hin 3. mars 2012 fund saman við øllum bygdaráðnum um málið. Vit vístu á gamla bygningin hjá Sjóvinnubankanum á Ovaravegi 23, Sørvágur. Bygdaráðið var jaligt til hugsanina og eitt vist samskifti var aftur og fram um málið. Endin varð so tann, at bygdaráðið samtykti at keypa bygningin.
Hin 5. mars 2013 hevði nevndin fund við Trivnaðarnevndina hjá kommununi, tá var bygningurin keyptur, og vit tosaðu um leigusáttmála. Eftir at semja var um innihaldið av leigusáttmálanum, var sáttmálin fyri hjá Søvnum Landsins, sum segði gott fyri honum.
Leigusáttmálin varð so undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Sørvági hin 11. september 2013. Fyri savnið skrivaði Sonni Jacobsen formaður undir og fyri kommununa Sune Jacobsen bygdaráðsformaður og Sunnuva Rasmussen kommunuskrivari.
Hin 26. september 2013 fingu vit lyklarnar til bygningin og yvirtóku hann formelt.
Í juni 2014 vóru stórt sæð allir savnslutirnir fluttir av Bakkavegi 13 heim í bygningin, Ovarivegur 23. Nakrir heilt fáir av størstu og tyngstu lutunum manglaðu tó. Avtalað var um, at hetta kundi bíða nakað.
Til Vestanstevnuna 2016 var framsýningin endaliga liðug. Opið var tó bert eftir áheitan fyrstu tíðina. Summarið 2017 var avgjørt at hava opið í vikuskiftinum allar summarmánaðirnar. Leygardag 3 tímar og sunnudag 3 tímar seinnapart kl. 14 til 17. Annebet Johansen tók sær av hesum.
Tað sum hevur størst týdning er, at savnið nú hevur fingið egin hølir og at framtíð tess soleiðis er betur tryggjað.
© Sørvágs Bygdarsavn
Sonni Jacobsen, 2017
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||